Sp/f Flexión – Fysioterapi í Leirvík

Við Garð 18 í Leirvík liggur einstaklingafyritøkan Sp/f Flexión, sum Øssur Steinhólm eigur og rekur. Heitið á fyritøkuni stavar frá latínska orðinum, flexio, ið merkir at benda/boyggja. Sp/f Flexión, sum varð stovnað í 2006, veitir tænastur innan fysioterapi, og Øssur er sjálvur autoriseraður fysioterapeutur.

Kappingin á føroyska fysioterapi-marknaðinum er hørð, tí tað eru so nógvar viðgerðarstovur. Eitt nú eru 5 viðgerðarstovur í Eysturoynni umframt nøkur freelance. Harafturat eru fleiri almennir stovnar í Eysturoynni og Norðoyggjum, sum eisini hava fysioterapeutar.

Øssur hevur tó nógv at gera. Hann viðger umleið 15 kundar um dagin, so dagarnir eru altíð fult bókaðir – frá kl. 8.00 til 16.00 árið runt.

Harumframt hevur Øssur ein breiðan kundaskara. Her er alt frá smábørnum til 100 ára gomul fólk. Uml. 70% av viðskiftafólkunum koma úr Eysturkommunu, Fuglafirði og Norðoyggjum. Hini koma úr restini av Eysturoynni, men eisini heilt úr Vágunum og Sandoynni.

Størsti trupulleikin, sum fólk verða viðgjørd fyri, er ryggurin og nakkin. Annars er tað sum heild alt rørsluapparatið, sum verður viðgjørt í Sp/f Flexión.

At Øssur er ein dugnaligur fysioterapeutur, sæst millum annað aftur á eftirspurninginum eftir hansara tænastum uttanfyri vanligu arbeiðstíðina. Her viðger hann topp-ítróttarfólk innan alla ítrótt og er fastur fysioterapeutur hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Search by