Back

Burturkast

Eysturkommuna hevur eina endurnýtslu fyri alla kommununa í grótbrotinum í Norðragøtu.

Heitt verður á fólk um at koma við skildum burturkasti á bingjuplássið, sum greitt er frá í faldaranum um endurnýtslu.

Mint verður á, at Endurnýtslan bert er roknað til smáar nøgdir av húsarhaldsburturkasti frá borgarum búsitandi í kommununi. Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, og burturkasti í samband við ný- og umbygging, skulu venda sær til IRF.

Endurnýtslan í Norðragøtu – upplatingartíðir
Týsdag-leygardag
Kl. 16.00-18.00


Í samband við slaktið er Endurnýtslan í Eysturkommunu opin hvønn gerandisdag frá 9.-21. okt. soleiðis:

Mánadag til fríggjadag
kl. 09.00 – 10.00 og kl. 16.00 – 18.00

Leygardag
kl. 16.00 – 18.00

Vinarliga tømið vemburnar og leggið innvølir og aðrar leivdir í plastsekkir.


Vinnuligt burturkast

Handlar, virkir og bátar eiga at venda sær til IRF tlf. 41 42 43, fyri at sleppa av við burturkast.

Ábyrgdina av Endurnýtsluni hevur Jóhannus S. Petersen, tlf. 730092.