Sernám

Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna, Sjóvar kommuna, Nes kommuna og Runavíkar kommuna hava í samtaki og í samráð við Mentamálaráðið og Sernám sett á stovn Sernámstænastuna í Eysturoy. Endamálið er at kunna veita eina munabetri sernámsfrøðiliga tænastu í økinum.

Sernámstænastan í Eysturoy er partur av tænastuni hjá Sernámsdepilinum og tekur lut í menningini av sernámsfrøðiliga virkseminum sum heild. Í samstarvi við Sernámsdepilin virkar hon so sjálvstøðugt sum til ber.

Høvuðstættirnir í arbeiðinum hjá Sernámstænastuni eru hesir:

  • At ráðgeva og vegleiða foreldrum at børnum (0-18 ár) við serligum tørvi.
  • At ráðgeva og vegleiða skúlum, stovnum og myndugleikum, ið varða av børnum við serligum tørvi.
  • At ráðgeva lærarum at gera læriætlan fyri hvønn einstakan næming við serligum tørvi.
  • At samstarva við onnur, ið varða av næminginum, soleiðis at øll stuðulstiltøk renna saman í heildarætlan fyri næmingin.
  • Í samráð við Sernámsdepilin og skúlaleiðarar í økinum at umsita tímajáttan vegna serligan tørv.
  • At ráðgeva skúlum við skipan av miðfirraðu serundirvísingini og við at gagnýta miðfirraðu serundirvísingartímarnar.
  • At hava skipað samstarv við sosialu-, kommunalu- og heilsumyndugleikarnar í økinum.

Sernámstænastan heldur til í “Lítla skúla” á Glyvrum.

Search by