Losjan Glotti

Endamál felagsins er at arbeiða fyri friði í heiminum, brøðralagi og er eitt stað fyri øll, ung sum eldri at vera saman í einum rúsfríum umhvørvi.

Í Losjuni eru ymisk tiltøk á skránni. Hvørt fríggjakvøld er dansur frá kl. 22-01. Mikukvøld er føroyskur dansur fyri børn og vaksin. Leiklistarskúlin v/Noomi Reinert er í vetrarhálvuni, og annars verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Børn og ung eru nógv í losjuni, tey spæla spøl og hugna sær um kvøldið og í vikuskiftinum.

Sjónleikur fyllir nógv í Losjuni, og seinastu árini hava 1-2 leikuppsetanir verið um árið.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin til tiltøk og aktivitetir í losjuni.

Í nevndini eru:

Eyðun Hansen
Álvur Joensen
Jóhan Strømsten

Samband

Losjan Glotti
Landsvegur 6
511 Gøtugjógv
tlf 441820 / 211733
glotti.losjan@gmail.com

Search by