Eldri, óhjálpin persónur, yvir 67 ár, kann fáa búpláss, um so er, Nánd metir, at tørvur er á føstum búplássi, og um Nánd hevur tøkt pláss.
Eldri borgarar, ið ikki klára seg sjálvi heima við hús, hava møguleika at søkja um at fáa fast búpláss á sambýli í Fuglafirði, Leirvík ella Norðragøtu.
Nánd hevur tilsamans 40 búpláss í økinum, herav 8 eru demensbúplass til fólk, ið hava flytførisførleika.
Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.
Giljagarður í Leirvík lat upp tann 1. septembur 2004 og hevur pr- apríl 2018 pláss er fyri 10 búfólkum.
Ynskir tú at lata eina gávu til Giljagarð, kanst tú flyta hana á konto 9181-143.647.5.
Gøtubrá
Gøtubrá í Norðragøtu lat upp í november 2004. Húsið er í tveimum hæddum og hevur pr. apríl 2018 pláss er fyri 18 búfólkum, herav 8 demenspláss til fólk, ið hava flytførisførleika.
Ynskir tú at lata eina gávu til Gøtubrá, kanst tú flyta hana á konto 9181-141.726.8.
Vesturstova
Vesturstova í Fuglafirði lat upp í juni 1999. Húsið er í tveimum hæddum og hevur pr. apríl 2018 pláss fyri 12 búfólkum.
Ynskir tú at lata eina gávu til Vesturstovu, kanst tú flyta hana á konto 9181-492.059.9.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón. Harafturat nýta vit cookies frá HotJar og Facebook, sum eisini hava til endamáls at framleiða hagtøl.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!