Í Eysturkommunu hava vit eitt fjølbroytni av møguleikum til familjuna. Tveir dagstovnar eru í ávikavist Leirvík og við Gøtugjógv. Harafturat hava vit eisini eitt Frítíðarheim til børn í forskúlaaldri og upp til 2. flokk.
Meðan Brúsi og Gjái bjóða ansing av børnum í einum tryggum og góðum umhvørvi, hevur Frítíðarheimið til endamáls at geva børnunum ein tryggan og avbjóðandi gerandisdag, heldur sum eitt frítíðartilboð enn ansing. T.v.s. børnini kunnu eftir skúlatíð koma á Frítíðarheimið at hugna sær og spæla saman við øðrum børnum.
Gjaldið fyri barnaansing verður avgreitt sum sjálvvirkandi gjaldsavtala umvegis GjaldSkipanina. Samtykki um gjald fyri barnaansing er at fáa á stovnunum og á kommunuskrivstovuni.
Ansingargjald:
Børn 0-3 ár – Full tíð: kr. 1.600,- Hálv tíð: kr. 800,-
Børn 3-7 ár – Full tíð: kr. 1.500,- Hálv tíð: kr. 750,-
Skúlaspírin/Frítíðaransing (0. flokkur) kr. 1.500,-
Frítíðaransing 1. og 2. flokkur kr. 700,-
Juli mánaður er gjaldsfríur.
Um tygum/tit hava 3 ella fleiri børn í ansing, fáa tygum/tit systkinaavsláttur. T.v.s. at 2 børn gjalda fullan prís, meðan hini gjalda ½ prís. Systkinaavslátturin er ½ prísur av lægstu gjøldunum.