Virðir

Berandi undir samleikanum hjá Eysturkommunu eru nøkur kjarnuvirðir, ið eyðmerkja alt okkara virksemi.

Savnandi

Eysturkommuna savnar allar borgarar í Leirvík, Norðagøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og Gøtueiði til eina felags eind, og umvent, so ynskja vit at allir borgarar savnast saman um Eysturkommunu. Vit eru ikki bert Gøtufólk og Leirvíkingar. Vit eru eisini Eysturbúgvar, samanknýttir við einum sterkum og elligomlum bandi, ið leingi hevur verið knýtt bygdanna millum, og í hesum felags samleika sanna vit, at saman kunnu vit enn meira.

Framsøkin

Eysturkommuna er framburðarfús. Vøkstur og framgongd eru okkara ambitión, og í einum heimi og samfelag í framhaldandi menning ganga vit undan. Rótfest í tí arvið, sum okkara forfedrar hava latið okkum, og opin fyri nýhugsan hyggja vit frameftir. Vit síggja møguleikar heldur enn forðingar. Vit arbeiða altíð við tí í huga, at okkara eftirkomarar eisini skulu njóta gott av tí, vit í dag fremja í verki.

Opin og vinarlig

Eysturkommuna er altíð opin og vinarlig yvirfyri borgarum og gestum. Borgarin skal kenna seg væl, tá hann setur kommununi stevnu. Eysturkommuna er til fyri borgaran. Eisini eru vit opin og vinarlig fyri nýggjum hugskotum og at hoyra frá borgaranum. Men ikki minst, so er Eysturkommuna innbjóðandi fyri nýggjum samstørvum, tað verið seg kommunalt, vinnuligt, mentanarligt o.s.fr. Í Eysturkommunu eru øll vælkomin.

Search by