Skótar

KFUM-skótarnir í Leirvík, Leirvíks Páll, eru stovnaðir 5. mai 1962. Teir byrjaðu arbeiðið í gomlu losjuni, og hildu til har í nøkur ár.

Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsið inntil snikkaravirkið á Toftanesi varð keypt og umbygt til skótahús í 1977.
Í 1982 komu gentur eisini uppí KFUM skótarnar, sum annars bara høvdu havt dreingir.

KFUM-skótarnir í Leirvík hava umleið 70 limir, frá 1.flokki og uppeftir. Umframt at samla børn og ung hvørja viku í skótahúsinum til ymist skótavirksemi, skipa skótarnir eisini fyri legum og hugnaløtum í bygdarhúsinum og við tað at skótarnir eru ein kristiligur felagsskapur luttaka teir eisini í guðstænastum.

Skótarnir hava í nógv ár skipað fyri flaggdagshaldi og kondibingo flaggdagin, og so hava teir eisini saman við kommununi skipað fyri, tá ið jólatræið verður tendrað í desember mánaði.

Search by