Bussur til rørslutarnað

Bussur til rørslutarnað

Nánd bjóðar avvarðandi hjá rørslutarnaðum, sum sita í koyristóli ella líknandi, at læna ein buss mótvegis gjaldi á kr. 250 umframt møguligt tunnilsgjald.

Nær kann bussurin lænast?

Bussurin kann lænast:

  • Allar dagar millum kl. 08.00 og 22.00, og má bíleggjast í góðari tíð

Hvussu kann bussurin lænast?

Gøtubrá í Norðragøtu tekur ímóti bílegging, tlf. 730 250. Bussurin stendur uttanfyri Gøtubrá, har tú heintar og letur aftur lykilin. 

Upplýsingar skulu skrásetast á einum skjali, sum liggur í bussinum.

Mannagongd fyri lán av bussinum hjá Nánd

Far væl við bussinum, koyr lógliga og set bussin aftur uttan fyri Gøtubrá áðrenn kl. 22.00.

Bussurin skal latast aftur í sama standi, og tangin fyllast, til har hann var áðrenn start. 

Um skaði kemur á bilin, boða Gøtubrá frá, tá tú letur lykilin innaftur.

Search by