Kommunulækni

Kommunulæknin er í læknamiðstøðini í Gøtudali, sum Eysturkommuna eigur og rekur. Læknin hevur viðtalu mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16. Viðtala fæst einans eftir avtalu.

Telefontíð er frá kl. 8-11. Kommunulæknin hevur telefonviðtalu á telefon 44 10 86.

Tá kanst tú ringja:

  • um at fáa svar uppá kanningar, blóðroyndir og annað
  • um spurningar við sjúku, viðgerð og kanningum
  • at endurnýggja reseptir
  • at bíleggja viðtalutíð

Um okkurt BRÁÐFEINGIS tekur seg upp uttan fyri telefontíð, kanst tú ringja á bráðfeingis-telefonina á tlf. 77 10 06. Tað er umráðandi, at bráðfeingis-telefonin einans verður nýtt til bráðfeingis tørv.

Tað er av alstórum týdningi, at tú setur teg í samband við læknaviðtaluna, tá tú hevur verið til eina kanning fyri at fylgja henni.

Hetta meinast við, at um tú hevur tikið blóðroynd, tikið røntgenmynd, tikið burtur móðurmerki, tikið lívmóðurhálsroynd, verið til kanningar á sjúkrahúsi og annað.


Laboratoriið á Læknamiðstøðini í Gøtudali er opið hósdag frá kl. 08.15 til 09.30

Kommunulækni: Jytta Friang

Search by