Bygdin við Gøtugjógv hevur frá gamlari tíð verið ein savningarstaður fyri bygdirnar í gomlu Gøtu kommunu, og ber hon navn eftir gjónni, ið liggur beint sunnanfyri bygdina. Í 1890 varð skúli bygdur har, og hevur kommunali skúlin hildið til har síðan við útbyggingum í 1929, 1974 og í 2010.
Studentaskúlin í Eysturoynni húsaðist í gomlu skúlabygningunum við Gøtugjógv, áðrenn flutt varð inn á Kambsdal í 1989. Í dag ganga børn í 4.-7. flokki úr allari Eysturkommunu í skúlanum við Gøtugjógv.
Áður hava eisini bankar og sparikassar havt deildir í bygdini. Bygdin er eisini prýdd við eini vakrari viðarlund omanfyri bygdina, og er eisini ein miðdepil fyri mentan við Losjuni, og fyri trúar- og samkomulív við nýggju Gøtu Kirkju, ið varð vígd í 1995, og Filadelfia, samkomuhúsinum hjá brøðrunum.
Við Gøtugjógv búgva 54 fólk (februar 2024).