Umlætting

Heimabúgvandi røktarkrevjandi fólkapensjonistur, sum er 67 ár ella eldri, kann fáa umlætting eitt avmarkað tíðarskeið, um so er, at Nánd metir, at tørvur er á umlætting, og um pláss er tøkt.

Nánd miðjar eftir at hava tilsamans 3 umlættingarpláss á sambýlunum í Leirvík, Norðragøtu ella Fuglafirði.

Gjøld fyri búpláss, heimarøkt og umlætting kunnu síggjast her (galdandi frá 1. apríl 2023).

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.

Giljagarður

Giljagarður í Leirvík lat upp tann 1. septembur 2004 og hevur pr- apríl 2018 pláss er fyri 10 búfólkum.

Ynskir tú at lata eina gávu til Giljagarð, kanst tú flyta hana á konto 9181-143.647.5.

Gøtubrá

Gøtubrá í Norðragøtu lat upp í november 2004. Húsið er í tveimum hæddum og hevur pr. apríl 2018 pláss er fyri 15 búfólkum, herav 5 demenspláss til fólk, ið hava flytførisførleika.

Ynskir tú at lata eina gávu til Gøtubrá, kanst tú flyta hana á konto 9181-141.726.8.

Vesturstova

Vesturstova í Fuglafirði lat upp í juni 1999. Húsið er í tveimum hæddum og hevur pr. apríl 2018 pláss fyri 12 búfólkum.

Ynskir tú at lata eina gávu til Vesturstovu, kanst tú flyta hana á konto 9181-492.059.9.

Search by