Øll sum eru fylt 67 ár, hava rætt til fólkapensjón. Fyri at søkja um fólkapensjón skal umsókn latast Almannastovuni. Almannastovan sendir umsóknir út í góðari tíð til persónar, ið sambært Landsfólkayvirlitinum fylla 67 ár.
Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin er óheft av aðrari inntøku, meðan viðbótin verður inntøkujavnað. T.v.s. hægri inntøkan er, lægri gerst viðbótin.
Rætturin til pensjón er treytaður av, at umsøkjarin:
Fyri at fáa fulla pensjón, skal persónurin hava verið búsitandi í danska ríkinum í minsta lagi í 40 ár. Hevur bústaðartíðin í Føroyum verið styttri, minkar pensjónsútgjaldið í mun til styttru bústaðartíðina.
Meira kunning um fólkapensjónina er á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Har fæst eisini umsóknarblaðið um fólkapensjón.