Heimavitjanir (75+)

Fyribyrgjandi heimavitjanir er eitt tilboð til fólk í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ið eru 75 ár ella eldri, ið ikki fáa tænastu frá Nánd frammanundan.

Endamálið er at stuðla frískum eldri at vera verandi frísk og at fyribyrgja, at smáir trupulleikar gerast stórir. Nánd bjóðar heimavitjan einaferð um árið, har møguleiki er at samrøða við eitt starvsfólk hjá Nánd, sum hevur heilsufakliga útbúgving og royndir at starvast við eldri fólki. Tær nýtist ikki at hava trupulleikar fyri at fáa vitjan og gert sjálvur av, hvat tú ynskir at tosa um.

Samrøðan kann snúgva seg um:

  • Áhuga og ítriv
  • Gleði og sorg
  • Hvat dagliga gongur væl, og hvat kann vera ella er ein avbjóðing
  • Framtíðina og um at eldast
  • Heilsu, kost, rørslu og svøvn
  • Bústað og sosial viðurskifti
  • Kunning um tiltøk og stuðulsmøguleikar

Vitjanin er eitt tilboð

Tú fært í brævi tilbð um vitjanina og kanst fáa meira at vita við at venda tær til Nánd á tlf. 73 02 00.

Search by