Nánd hevur eina íbygda hugnaliga kenslu, men samstundis fevnir tað um tað professionelismuna, at Heimatænastan altíð er nær við borgaran til reiðar at veita tænastu í skipaðum kørmum uttan at taka yvir lívið hjá fólki.
Navnið ímyndar hetta, at Heimatænastan er har, sum borgarin er. Heimatænastan er altíð í nánd, í nærumhvørvinum, men borgarin er heima hjá sær sjálvum, antin hann er í egnum heimi ella á sambýli.
Samstundis hevur navnið Nánd ein landafrøðiligan týdning. Hetta snýr seg um samstarv í nærumhvørvinum í økinum, har kommunurnar samstarva um Heimatænastuna. Tað vil siga í Gøtu, Leirvík, Fuglafirði, undir Gøtueiði, á Kambsdali og á Hellunum.
Orðið Nánd er kvennkynsorð, sum bæði kann brúkast einsamalt ella saman við øðrum orðum t.d. í nánd.
Orðið bendist Nánd í øllum føllum, og tað er ein stórur fyrimunur, tá ið talan er um eitt føroyskt navn.
Í fyrstuni verður orðið brúkt saman við orðinum Heimatænastan, so at fólk læra seg at kenna, hvat talan er um. Í sær sjálvum sigur orðið Nánd ikki innihaldið soleiðis, sum Heimatænastan ger. Heimatænastan hevur fingið ein týdning, sum fólk kenna.
Eftir eina tíð, ber kanska til at sleppa Heimatænastuni sum part av navninum, tá ið fólk eru farin at kennast við Nánd.