Back

Víkingur

Felagið Víkingur er ein samanrenning av feløgunum Gøtu Ítróttarfelag (GÍ) og Leirvíkar Ítróttarfelag (LÍF).

Tað var í fyrru hálvu av 2006, at fólk úr báðum feløgunum fóru at spæla sær við tankan, um tað ikki hevði verið skilagott at lagt feløgini saman til eitt felag. GÍ og LÍF hava samstarvað í nógv ár, og hevur hetta samstarv oftast havt góð úrslit við sær. Serliga verður her hugsað um ungdómsarbeiðið. Eisini eru krøvini, bæði ítróttarliga og umsitingarliga herd nógv seinastu árini, og tað vísir  seg at gerast alt meiri trupult og tungt at reka eitt lítið felag við høgum málsetningum.

Feløgini hildu tó, at tað var sera umráðandi at fara varisliga fram, og feløgini samdust um at brúka árið 2007 til at fyrireika eina møguliga samanlegging av feløgunum.

Á sumri 2007 varð settur ein bólkur við fýra fólkum (tvey úr Gøtu og tvey úr Leirvík) at gera eitt uppkast (prospekt) av einari møguligari samalegging (fusion).

Tá ið bólkurin var liðugur við sítt arbeiði, varð tað lagt fram fyri feløgini og seinni fyri limirnar, og her var møguleiki at koma við viðmerkingum og spurningum. Atkvøðugreiðsla var, um feløgini skuldu leggja saman ella ikki. Meiriluti var í báðum feløgunum fyri at halda fram við arbeiðinum og soleiðis at leggja uppskot fram til endaliga støðutakan á fundi fyrst í januar 2008.

14. januar 2008 var so stovnandi aðalfundur í ítróttarhúsinum í Leirvík. Umleið 180 limir møttu til fundin. Nýggju viðtøkurnar fyri felagið vóru samtyktar og nevnd vald. Samanlagda felagið GÍ / LÍF varð ein veruleiki.

4. februar 2008 varð navnið á nýggja felagnum avdúkað. 18 uppskot vóru innkomin og nevnd og limir vóru samd um, at VÍKINGUR var besta uppskotið.

Í februar mánaði varð eisini almannakunngjøgt, at nýggi liturin á búnanum hjá VÍKINGI er ljósabláur við svørtum buksum og ljósabláum hosum.

27. februar varð nýggja búmerkið avdúkað á samkomu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Fleiri uppskot vóru til búmerkið og nevndin valdi búmerkið, sum í dag ímyndar felagið VÍKINGUR.

Felagið hevur í dag 600 limir.