Norðragøta

Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980unum staðfest búseting um ár 630, og søgnin sigur, at í hesi gomlu bygd helt Tróndur í Gøtu til á sinni.

Í 1969 varð Gøtu Fornminnisfelag stovnað av Arnleyg og Tummasi Jacobsen og øðrum samsintum. Í dag stendur allur býlingurin sum eitt savn. Einasti varðveitti býlingur í Føroyum. Útlendingar og føroyingar í túsundatali vitja í dag Blásastovu og býlingin kring Gøtu kirkju, ið varð bygd í 1833

Vinnuvirksemið i bygdini er sera stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga uml. 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni, ið hevur bestu umstøður á Føroya breíðastu vík, Gøtuvík. Av hesum vinnum er nógv avleitt virksemi. Annars er vinnulívið í Norðragøtu og í Syðrugøtu eitt og tað sama.

Ítróttur, fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini GÍ og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felags- húsi og áskoðaraplássum.

Í Norðragøtu búgva 638 fólk (februar 2024).

Search by