Um Nánd
Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.
Í stýrinum hjá Nánd sita 3 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Eysturkommunu og 2 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Fuglafjarðar kommunu. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.
Nánd veitir heildartænastu
Nánd veitir, sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu.
Navnið Nánd ímyndar hetta, at Nánd altíð er nær við borgaran, til reiðar at veita tænastu í skipaðum kørmum uttan at taka yvir lívið hjá fólkum.
Endamálið við heildartænastuni er:
- at fyribyrgja sjúku,
- at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans,
- at endurmenna mistan førleika,
- at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
- at veita røkt og umsorgan.
Hjálpin tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.
Stýrið fyri Nánd
- Per Martin Gregersen, formaður
- Dávur Juul, næstformaður
- Magnus Skoralíð
- Marita Klein Joensen
- Edva Jacobsen
Leiðari fyri Nánd
Samband
Nánd Heimatænastan
Oyran 2
FO-512 Norðragøta
Tlf. 73 02 00
Fax 73 02 01
nand@eystur.fo