Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Við at hava tilboð til sjálvsvenjing gevur Nánd møguleika til fólk í aldrinum 60 ár og eldri at ganga til venjing og fáa sær eitt prát.
Um tú býrt í Fuglafjarðar kommunu ella í Eysturkommunu, og tú er í aldrinum 60 ár ella meira, so hevur tú møguleika at melda teg til sjálvsvenjing.
Í hølunum hjá Nánd í Leirvík og í hølunum hjá Kappróðrarfelagnum í FUglafirði eru ymisk venjingartól, har tú kanst venja. Tit hava sjálvi ábyrgdina av at ganga væl um hølini og at rudda væl upp eftir tykkum. Eftir nærri avtalu við Nánd á terapeutar@eystur.fo kanst tú spyrja um at fáa vegleiðing frá fysioterapeuti.
Hølið hjá Nánd liggur við síðuna av kirkjuni.
67 ár og eldri | 60 ár og eldri | |
Mánadag | 16:00 til 22:00 | |
Týsdag | 08:30 til 12:00 | 19:00 til 22:00 |
Mikudag | 08:30 til 12:00 | 16:00 til 22:00 |
Hósdag | 08:30 til 10:30 | 16:00 til 22:00 |
Fríggjadag | 19:00 til 22:00 | |
Leygardag | 08:30 til 22:00 | |
Sunnudag | 08:30 til 22:00 |
Tað er ókeypis at venja í venjingarhølunum í Leirvík.
Kappróðrarneystið liggur í niðaru hædd, har Keypssamtøkan er.
Mánadag frá: | 09.30 – 13.00 |
Mikudag frá: | 09.30 – 13.00 |
Fríggjadag frá: | 09.30 – 13.00 |
Tað kostar kr. 20,- fyri hvørja uppmøting umframt eitt árligt limagjald áljóðandi kr. 125,-. Gjøldini fara til kappróðrarfelagið.
Tú ert vælkomin at vitja í hølunum og hyggja teg um, áðrenn tú byrjar.
Tú møtir bara upp, og meldar til hjá kappróðrarfelagnum.