Burturkast

Eysturkommuna hevur eina endurnýtslu fyri alla kommununa í grótbrotinum í Norðragøtu.

Heitt verður á fólk um at koma við skildum burturkasti á bingjuplássið, sum greitt er frá í faldaranum um endurnýtslu.

Mint verður á, at Endurnýtslan bert er roknað til smáar nøgdir av húsarhaldsburturkasti frá borgarum búsitandi í kommununi. Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, og burturkasti í samband við ný- og umbygging, skulu venda sær til IRF.

Endurnýtslan í Norðragøtu – upplatingartíðir
Týsdag-fríggjadag
Kl. 16.00-18.00

Leygardag

Kl 12.00-16.00

Ábyrgdina av Endurnýtsluni hevur Jóhannus S. Petersen, tlf. 730092, endurnytslan@eystur.fo

Vinnuligt burturkast

Handlar, virkir og bátar eiga at venda sær til IRF tlf. 41 42 43, fyri at sleppa av við burturkast.

Search by