Frítíðarheimið

Frítíðarheimið í Eysturkommunu lat upp 16. august 2010. Frítíðarheimið er ein samanlegging av Frítíðarskúlanum í Gøtu og Frítíðaransingini í Leirvík. 1. juli 2013 varð frítíðartilboðið fyri skúlaspíran eisini lagt undir Frítíðarheimið á Gásamýri. Stovnurin er kommunalur, stovnssettur sambært dagstovnalógini, sum kom í gildi 1. juli 2000.

Í Frítíðarheiminum er pláss fyri uml. 100 børnum heilan dag.

Frítíðarheimið er fyri børn í Skúlaspíranum og upp til 2. flokk. Endamálið er at geva børnunum ein tryggan og avbjóðandi gerandisdag, heldur sum eitt frítíðartilboð enn ansing. T.v.s. at børnini kunnu, eftir skúlatíð, koma á Frítíðarheimið at hugna sær og spæla saman við øðrum børnum.

Við hesum verður arbeitt við at menna tað einstaka barnið og samanhald barnanna millum ígjøgnum spæl og skipað tiltøk.

Kunning: Gerandisdagurin og praktisk viðurskifti

  • Frítíðarskúlin er opin hvønn dag eftir skúlatíð og fram til kl. 17.00
  • Frítíðarheimið er fyri børn, sum ganga í skúlaspíranum, 1. og 2. flokki
  • Frítíðarheimið er opið allar skúlafrídagar fyri skúlaspíranum frá kl.07.30 – 17.00.
  • Avlýsir skúlin skúlagongdina vegna veður, er frítíðarheimið eisini stongt
  • Hava børnini frí ella eru sjúk, vilja vit hava, at foreldrini boða frá hesum. Boðini kunnu eisini sendast sum SMS-boð. Skúlaspírin á tlf. 730043, 1. flokkur á 730052 og 2. flokkur á tlf. 730062
  • Greið boð skulu vera um heinting av barninum ella um barnið skal ganga heim sjálvt. Tann, ið fer avstað við barninum, skal siga einum starvsfólki frá. Hetta er ein umráðandi partur av tryggleikanum hjá frítíðarheiminum.
  • Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, hesin verður etin í skúlanum ella í frítíðarheiminum, alt eftir hvussu leingi tey eru í skúla. Børnini eta millummála í frítíðarheiminum uml. kl. 14.15.
  • Frítíðarheimið átekur sær ikki at syrgja fyri, at børnini fara til frítíðarítriv, føðingardagar og annað uttanfyri stovnin. Um barnið kemur aftur í frítíðarheimið eftir tílík tiltøk, vilja vit, at sagt verður frá hesum.
    Børnini skulu hava skiftiklæðir í frítíðarheiminum.
  • Sjúk børn kunnu ikki koma í frítíðarheimið. Um barn tygara hevur fingið smittuberandi sjúku s. s. eygnabruna, lús, barnaorm, barnasár, hava tit skyldu til at boða stovninum frá, so øll kunnu verða kunnað um viðgerðarhættir.
  • Um børnini hava fartelefon við, skal hon vera sløkt, meðan tey eru í frítíðarheiminum. Hon má bert verða nýtt undir serligum umstøðum og í samráð við eitt av starvsfólkunum á stovninum.

Starvsfólk frá Frítíðarheiminum fylgja børnunum til bussin kl. 14.50 og 15.50

Uppsagnartíðin hjá barninum er 1 mánaður, og boðast skal frá hesum innan 1. í einum mánaði.

Samband

Frítíðarheimið á Gásamýri
Kulibakki 13
520 Leirvík
Tel. 73 00 53
fritidarskulin@eystur.fo

Leiðari:
Hanna E. Olsen
Tel. 73 00 53

Skúlaspírin tel. 73 00 43
1. flokkur tel. 73 00 52
2. flokkur tel. 73 00 62

Search by