Grundstykkir til vinnuendamál

Eysturkommuna hevur økir, ið eru væl egnaði til eina fjølbroytta vinnu. Her verður hugsað um tunga vinnu, dálkandi vinnu, almenna vinnu, skrivstovur, tænastur og aðra vinnu.

Hevur fyritøka tygara áhuga at byggja í Eysturkommunu, er tað møguligt at senda umsókn um tygara verkætlan, sum lýsir tørvin og hvør vinnan er. Tú kanst eisini ringja á tlf. 73 00 00 fyri at frætta meira.

Tøk grundstykkir til vinnuendamál

Í løtuni eru fýra ymisk grundstykkir til vinnuendamál til leigu/sølu í kommununi. Vinnuøkini liggja tætt við landsveg, har áleið 4000 bilar koyra um samdøgrið. Tey hava eisini góðar parkeringsmøguleikar og eru vælegnaði til handil ella lættari vinnu.

  • Gøtudalur, Norðragøta (til sølu)
  • Kaiøkið, Norðragøta (til leigu)
  • Kaiøki, Leirvík (til leigu)
  • á Kráartanga, Leirvík (til leigu)
Search by