Ítróttar- og fimleikahallir

Møguleiki er at leiga fimleikahøllina í skúlanum við Gøtugjógv til spæl og annað. Hetta verður gjørt á online hallarskipanini, har tú bíleggur ein tíma á netinum, rindar við gjaldskorti og sleppur inn uttan lykil.

Tann, ið leigar høllina, hevur ábyrgd av, at væl verður farið um í høllini, og at høllin og øll amboð verða latin aftur í sama standi, sum tá tit komu í høllina.


Høllin kann ikki leigast til veitslur og onnur líknandi tiltøk.

Reglugerð fyri leigu av fimleikahøllini í skúlanum í Eysturkommunu

Høllin verður leigað á heimasíðuni hjá Eysturkommunu undir Hallarskipan. Tímar verða skrásettir og gjaldast skal við korti samstundis.

Tann, ið leigar høllina, hevur ábyrgd av, at væl verður farið um í høllini, og at høllin og øll amboð verða latin aftur í sama standi, sum tá tit komu í høllina. Um skaði á hendir á innbúgv ella útbúnað, skal hetta fráboðast til Eysturkommunu. Mett verður, um endurgjaldskrav skal reisast.

Øll amboð skulu leggjast uppá pláss, alt órudd skal ruddast upp og gólvið skal turkast við turrari moppu, áðrenn farið verður úr høllini.

Bert innanduraskógvar skulu nýtast.

Hallirnar verða bert leigaðar heilar klokkutímar.

Um høllin ikki verður nýtt teir tímar, ið goldið er fyri hana, er tað fyri egna rokning.

Um leigari ikki sleppur inn í høllina, orsakað av, at kommunan ella skúlin skal nýta hana, verður leigugjaldið endurgoldið.

Vitja online hallarskipan

Skalt tú bíleggja ein tíma á hallarskipanini, eru neyðugt at tú hevur ein brúkara.

Hallarskipan:
hallir.eystur.fo

Um tú skalt avlýsa ein tíma

Um ein tími skal avlýsast fært tú fult endurgjald, um avlýsingin ferð fram minst 3 tímar áðrenn. Um tú avlýsir aftaná hetta, rindar tú fyri tíman.

Atgongd til høllina

Lásaskipanin til fimleikahøllina er elektronisk og er knýtt at online hallarskipanini. T.v.s. um tú bíleggur ein tíma til mikukvøld kl. 20-21, so verður hurðin til høllina sjálvvirkandi læst upp 10 minuttir áðrenn og læst, tá tímin er liðugur.

Við hesum er munandi lættari hjá borgarum at fáa atgongd til fimleikahøllina, ið kann leigast aftaná skúlatíð og til kl. 23 um kvøldið. Tú sleppur undan at heinta og lata innaftur lykil til høllina, og inni á bíleggingarsíðuni finnur tú beinanvegin útav, nær høllin er tøk.

Ítróttar- og Samkomuhøllin á Kambsdali

Eystukommuna og Fuglafjarðar kommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali. Ítróttar – og Samkomuhøllin hevur tlf. 44 46 86.

Í nevndini eru Dávur Juul, Magni Jøkladal, Per Martin Gregersen og Rúni Justinussen. Leiðari er Ólavur Ellingsgaard tlf. 74 46 86.

Ítróttar- og Samkomuhøllin á Kambsdali
Tlf. 44 46 86
Leiðari: Ólavur Ellingsgaard
Tlf. 74 46 86

Search by