Lugarið í Leirvík

Lugarið við bátahylin í Leirvík lat upp í september 2018. Kommunan eigur og rekur Lugarið, og verða hølini brúkt av arbeiðsmonnunum hjá Eysturkommunu, umframt at fleiri eldri menn í bygdini samlast fyrrapart gerandisdagar til ein kaffimunn og prát.

Lugarið er eitt samlingsstað fyri eysturbúgvar, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til kaffi og prát. Húsið er altíð opið og hevur almenn ves.

Search by