Íverksetan

Framsøkni er eitt av kjarnuvirðunum hjá Eysturkommunu. Vøkstur og framgongd eru okkara ambitión, og í einum heimi og samfelag í framhaldandi menning ganga vit undan. Tí vilja vit eisini stimbra undir nýhugsan og íverksetan.

Íverksetarar í Eysturkommunu kunnu søkja um stuðul til tess at fremja sínar dreymar og hugskot.

Bóklingur um Íverksetan

SPEKT gav í 2005 út ein bókling undir heitinum “Byrjan av virksemi”. Í bóklinginum eru lýst nøkur týðandi viðurskifti, ið havast skulu í huga, tá farið verður undir vinnuligt virksemi.

Í sambandi við stovnan av egnum felag eru nógvir spurningar at taka støðu til, og nógv viðurskifti at fáa greiðu á. Talan er ikki um eina fullfíggjaða gjøgnumgongd. Havast skal eisini í huga, at lógarkarmar kunnu verða broyttir síðan bóklingurin kom út.

Search by