Tænastan er ein liður í at fremja heilsugóðan kost til fólk í økinum, ið ikki megna at matgera døgurða, ið ikki hava møguleika at fáa hjálp frá avvarðandi, og annars ikki hava møguleika at fara á matstøð at keypa døgurða. Kostnaðurin er kr. 60 fyri hvønn døgurða, íroknað útkoyring.
Tú kanst søkja um at fáa døgurða við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00.