Doktarahúsið í Fuglafirði er eitt dagtilhald, ið er ætlað teimum, sum búgva heima og hava fingið staðfest sjúkuna demens. Endamálið er at skapa tryggar karmar um gerandisdagin hjá teimum, sum eru í dagtilhaldinum til tess at betra um lívsgóðskuna og evnini at megna dagin.
Í dagtilhaldinum bjóða vit uppihald, máltíðir og koyring til og frá húsum fyri fastan dagsprís.
Tú kanst søkja um pláss á dagtilhaldinum við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.
Avvarðandi hjá persónum við demenssjúku eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum at fáa ráðgeving í sambandi við sjúkuna og teir trupulleikar, hon kann elva til.
Tú kanst venda tær til dagtilhaldið á tlf. 73 02 40 gerandisdagar millum kl. 11.00 og 15.00.