Gøtu Fornminnissavn

Gøtu Fornminnisfelag hevur hópin av gomlum lutum, ið verða sýndir fram á savninum. Í Blásastovu eru lutir, ið hoyra einum gomlum føroyskum húsi til, meðan í hoyggjhúsinum eru lutir, ið hava við uttandura arbeiði at gera, so sum í bø, í haga og á báti. Lutirnir eru annaðhvørt lætnir Fornminnisfelagnum til varðveitslu, ella læntir felagnum til at vísa fram. Allir lutir eru skrásettir, so týðiliga er tilskilað, hvør ið eigur ella latið hevur.

Gøtu Fornminnisfelag varð av fyrstani tíð stovnað hin 16 desember 1969, og er endamálið hjá felagnum at varveita fornminni og vekja áhuga fyri hesum.

Í 1995 varð avgjørt at søkja um at koma undir bygdasavnslógina. Til hetta kravdist, at nýtt felag varð stovnað, ið skuldi hava dagliga raksturin. Hetta hevði við sær at Gøtu Fornminnissavn varð stovnað tann 6. august 1995. Felagið fekk góðkenning 16. oktober 1996.

Nógv er at uppliva í Gøtu Fornminnissavn, eitt nú Blásastova, Glyvrahanusarhús, Jákupsstova, Hjá Peri og Neystið. Eisini er Gamla Kirkja partur av gamla býlinginum í Gøtu og standmyndin av Trónda í Gøtu.

Savnið hevur opið frá 1. juni til 31. august.

Týsdagar, mikudagar, hósdagar, fríggjadagar og leygardagar kl. 13:00-16:00.

Kostnaður:

Vaksin 100 kr

Børn 10 kr

Annars er savnið opið eftir avtalu. Kostnaðurin fyri bólkar, hvar fleiri enn 15 vitjandi eru, er 80 kr pr. høvd. Vinarliga ring til til Árant Hansen, á tlf. +298 22 27 17.

Search by