Brúsi

Brúsi er dagstovnur í Leirvík, sum varð tikin í nýtslu tann 10. august 2009. Pláss er fyri 100 børnum, og á dagstovninum starvast 24 starvsfólk.

Í september 2018 bleiv Brúsi útbygdur við einum nýbygningi. Nú eru 6 stovur í Brúsa – 3 vøggustovur og 3 barnagarðsstovur.

Stovurnar eru ljósar og stórar og hava allar eitt bólkarúm og eitt goymslurúm. Miðstovan er stór og verður nýtt til nógv felags virksemi so sum felags sangløtur og verkstað. Eisini brúka stovurnar hana einkultvís.

Spæliøkið er stórt og gott og liggur vakurt í náttúruni. Brúsá rennur oman ígjøgnum spæliplássið. Stutt er at ganga til viðarlundina Limmilund og niðan til fótbóltsvøllin.

Stovnurin er opin frá kl 07.15 til kl 17.00. Børn, sum eru innskrivað hálva tíð (fyrrapart), skulu verða avheintað í seinasta lagi kl 12.30.

Gjald fyri ansing

Gjaldið fyri barnaansing verður avgreitt sum sjálvvirkandi gjaldsavtala umvegis GjaldSkipanina. Samtykki um gjald fyri barnaansing er at fáa á stovnunum og í Býráðshúsinum í Norðragøtu.

Ansingargjald

Børn 0-3 ár
Full tíð: kr. 1.600,-    
Hálv tíð: kr. 800,-

Børn 3-7 ár
Full tíð: kr. 1.500,-
Hálv tíð: kr. 750,-

Skúlaspírin/Frítíðaransing (0. flokkur)
kr. 1.500,-

Frítíðaransing 1. og 2. flokkur
kr. 700,-

Juli mánaður er gjaldsfríur.

Um tygum/tit hava 3 ella fleiri børn í ansing, fáa tygum/tit systkinaavsláttur. T.v.s. at 2 børn gjalda fullan prís, meðan hini gjalda ½ prís. Systkinaavslátturin er ½ prísur av lægstu gjøldunum.

Samband

Dagstovnurin Brúsi
Garðsvegur 43
520 Leirvík
brusi@eystur.fo

Leiðari: Poula Eidesgaard
Tlf. 73 00 41

Varaleiðari: Julianna Næs

Grønatúgva barnagarðstova
Tlf. 73 01 43

Smærulund barnagarðstova
Tlf. 73 01 44

Sóljuteigur barnagarðstova
Tlf. 73 01 42

Blákolla vøggustova
Tlf. 73 01 40

Rósudalur vøggustova
Tlf. 73 01 41

Summardáin vøggustova
Tlf. 73 01 45

Search by