Missión, visjón og virðir

Missión

Nánd hevur dygdargóðar tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva sum longst í egnum heimi.

Tænasturnar fevna um :

  • Røkt
  • Sjúkrarøkt
  • Fyribyrging
  • Endurmenning
  • Dagtilboð
  • Búpláss og umlætting

Visjón

Nánd vil vera í fremstu røð við at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan.

Lívsgóðska
Nánd viðurkennir sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sær týdningin av at borgarin hevur ábyrgd av egnum lívi. Nánd ynskir at stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum meining í lívinum. Tað kann vera at varðveita góða likamliga og sálarliga orku, sunnan lívsstíl, sosialt samanhald ella annað, ið borgarin sær meining í.

Sjálvbjargni
Nánd vil geva borgarum møguleika fyri sjálvbjargni við at stimbra hin einstaka til at taka ábyrgd av egnum lívi.

Heilsufremjan
Nánd ynskir at veita borgarum sínum tilboð, ið mest møguligan mun seta fokus á tað sum er gott fyri heilsuna. Nánd vil stuðla og kveikja borgarar likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga.


Virðir

Nánd leggur dent á:

  1. At hava álit
  2. At fremja gleði í gerandisdegnum
  3. At veita fakliga umsorgan

At hava álit
Nánd leggur dent á álit í dagligdegnum og vil møta borgaranum við jaligum hugburði. Nánd hevur virðing fyri, at borgarar eru ymiskir og hava ymiskar væntanir og ynskir til tænastuna.

At fremja gleði í gerandisdegnum
Nánd vil, har serligar avbjóðingar eru í lívinum, arbeiða fyri, at borgarin hevur gleði í gerandisdegnum. Hetta vilja vit gera við at taka støði í tí einstaka, kenna lívssøgu teirra og soleiðis vera betur før fyri at hjálpa borgaranum at vera virkin í tí, sum gevur meining fyri honum.

At veita fakliga umsorgan
Nánd veitir heimarøkt og sjúkrarøkt eftir tørvi hins einstaka borgara í egnum umhvørvi. Nánd vil veita borgaranum umsorgan og røkt, so hesin upplivir tryggleika, nærlagni og fakliga dygd.

Search by