Barnaverndarøkið varð tann 1. januar 2006 lagt út til kommunurnar at umsita. Hetta varð gjørt við nýggju barnaverndalógini, sum løgtingið samtykti árið fyri.
Lógin áleggur kommununum at samstarva um barnaverndina. Hvørt barnaverndaøki skal fevna um í minsta lagi 3000 fólk. Hvørt øki hevur eina barnaverndarnevnd. Av hesi orsøk løgdu barnaverndirnar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu saman til eina tann 1. januar 2014.
Øll børn hava rætt til ein góðan og tryggan uppvøkstur. Tíverri er hesin rættur ikki altíð ein sjálvfylgja. Tað hendir, at børn gerast gíslar í einum lívi, tey ikki fáa broytt, og tí er tað umráðandi at lofta teimum, tá ið á stendur.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Foreldur hava evstu ábyrgd av at ala børn síni upp og at veita teimum umsorgan. Í summum førum er kortini neyðugt at veita foreldrum eina hjálpandi hond í styttri ella longri tíð, t.d. orsakað av onkrari torførari støðu í lívinum ella vantandi foreldraførleika.
Um neyðugt, skal Barnaverndartænastan seta fyriskipanir í verk fyri børn og familjur teirra, tá umstøðurnar í heiminum gera, at serligur tørvur er á tí. Talan er um fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum sálarfrøðiligar samrøður, familjuviðgerðir og stuðul í heiminum.
Tá ið fyribyrgjandi fyriskipanirnar ikki eru nøktandi í mun til tørvin hjá børnunum, kann Barnaverndartænastan seta børnini til fosturs ella á stovn í eitt tíðarskeið við ella uttan samtykki frá foreldrunum. Tá slíkar avgerðir verða tiknar, er tað altíð Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum tekur støðu eftir tilmæli frá Barnaverndartænastuni.
Foreldur vilja børnum sínum tað besta. Hóast foreldrini møguliga eru partur av trupulleikanum, eru tey týðandi partur av loysnini, ið skal finnast.