Flogfenaðhald

Reglugerð fyri flogfenaðhald

Eysturkommuna hevur á fundi 25. november 2021 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur.

Umhvørvisstovan hevur tann 30. mars 2022 góð­ kent reglugerðina.

Reglugerðin verður sett í gildi við heimild í §§ 23, 26 og 32 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur við seinni broytingum.

Faldarin er ein samandráttur av reglugerðini.

Reglugerðin kann fáast í kommunuskrivstovuni. Eisini ber til at finna reglugerðina niðast á hesi síðuni.

Spurningar

Eru ivamál ella spurningar í samband við flogfenað­ hald, kanst tú venda tær til Eysturkommunu.

Faldarin kann lesast og takast niður her.

Reglugerð fyri hald av flogfenaði í Eysturkommunu

Við heimild í §§ 23, 26 og 32 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum, verður hendan reglugerð sett í gildi.

Øki og lýsingar

§ 1. Reglugerðin fevnir um uttandura hald av flogfenaði í Eysturkommunu.

Stk. 2. Reglugerðin fevnir tó ikki um vinnuligt virksemi, ið hevur umhvørvisgóðkenning sambært kap. 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

Stk. 3. Flogfenaður eru høsn, gæs, dunnur, kalkunir, dúgvur og annar fuglur.

Krøv til flogfenaðhald

§ 2. Øll, ið fara undir at halda flogfenað, skulu gera tað í samsvari við hesa reglugerð.

Stk. 2. Tey, ið ætla at halda flogfenað, eiga at boða næstu grannum sínum frá, og kunnu spyrja seg fyri hjá kommununi um ivamál.

Stk. 3. Flogfenaðhald, ið longu eru, áðrenn reglugerðin kemur í gildi, kann halda fram sum er, men  koma tó undir reglurnar í §§ 3-5.

Krøv til búr, garðar, girðingar, hús og tílíkt

§ 3. Búr, hús og tílíkt bygningskent tilhald hjá flogfenaði skal vera í minsta lagi 2,5 m frá marki til granna.

Stk. 2. Girðing skal antin vera púra tøtt, ella vera í minsta lagi 0,5 m frá marki til granna, tá talan er um hegn, rimagarð ella tílíkt.

Stk. 3. Girðingin skal gerast forsvarliga, eisini so at annar fuglur ikki fær flogið inn, og um neyðugt, skal net spennast yvir.

Stk. 4. Búr og hús skulu lyftast 0,35 m upp frá jørðildinum fyri at tryggja móti rottu. Tó ikki gásarhús, ið kunnu vera grivin niður í svørðin.

Stk. 5. Ikki er loyvt at hava flogfenað gangandi leysan á gøtu, vegi ella øðrum øki, sum er opin fyri vanligari ferðslu ella aðrari atgongd hjá fólki.

Stk. 6. Hanar mugu ikki vera uttandura millum kl. 21 á kvøldi og kl. 7 á morgni.

Fóður og tílíkt

§ 4. Fóður skal goymast í rottutryggum íløtum.

Stk. 2. Gevast má ongantíð meiri enn tað, sum verður etið eftir í mesta lagi einum tíma. Avlop skal takast burtur í seinasta lagi ein tíma áðrenn sólin fer niður, tó í seinasta lagi kl. 20 á kvøldi.

Stk. 3. Búr, hús o.t. skulu regluliga sópast og haldast rein. Girðingar skula haldast í góðum standi.

Stk. 4. Tøð (skarn) frá húsdýrahaldinum skal antin brúkast sum tøð á egnum stykki ella latast til IRF.

Boð, treytir og forboð

§ 5. Um hald av flogfenaði elvir til ampa sum lukt, gang, nógva flugu, rottu ella annað, kann Eysturkommuna geva boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag. Verða boðini ikki fylgd, kann kommunan seta forboð fyri haldinum.

Undantaksloyvi

§ 6. Í serligum førum  kann Eysturkommuna eftir umsókn, geva smærri frávik frá ásetingunum í §§ 2-4.

Kærumál

§ 7. Avgerðir hjá Eysturkommunu eftir hesi reglugerð kunnu innan 4 vikur kærast til Umhvørvisstovuna. Kæra skal sendast til kommununa, sum sendur hana til Umhvørvisstovuna við viðkomandi tilfari í málinum.

Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni í kærumálum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Revsireglur

§ 8. Um treytir sambært hesi reglugerð, boð ella forboð ikki verða hildin, kann brotið verða revsað við bót sambært § 41 í kunngerð nr. 53 frá 1994 um umhvørvisreglur og § 72, stk. 3, í løgtingslóg nr. 134 frá 1988 um umhvørvisvernd.

Gildisreglur

§ 9. Henda reglugerð, sum samtykt á býráðsfundi tann 25. november 2021 og er góðkend av Umhvørvisstovuni hin 30. mars 2022, kemur í gildi 1. juni 2022.

Search by