Back

Leirvík

Leirvík er millum elstu bygdir í landinum við rótum heilt aftur í víkingaøldina. Fornfrøðiligi útgrevsturin á Toftanesi staðfesti, at bygt varð stutt eftir ár 800, og harvið at fólk hava búleikast í bygdini í eini 1200 ár.

Bygdin hevur ígjøgnum tíðina verið ímillum frægastu útróðrarbygdir í landinum. Í dag húsast fiskavirkið Tavan, ið varð kosið ársins virki í 2010, og Faroe Marine Products, eisini kent sum høvdavirkið, í bygdini. Knettir og fiskapylsur verða eisini framleiddar í bygdini, og hevur føroyski offshore risin Skansi sín uppruna her.

Leingi hevur Leirvík verið bindiliðið millum Norðoyggjar og restina av landinum, og í 2006 var Norðoyatunnilin, ið gongur undir Leirvíksfjørð, tikin í nýtslu og harvið var fast samband millum Borðoynna og Eysturoynna.

Tann 1. januar 2009 legði Leirvíkar kommuna saman við Gøtu kommunu, og nýstoypta eindin fekk navnið Eysturkommuna.

Í Leirvík búgva 902 fólk.

– dagført juli 2016