Back

Endurvenjing

Nánd hevur endurvenjingartilboð til heimabúgvandi fólk, 67 ár og eldri, ið kunnu søkja um at fáa hjálp til at venja mistan førleika uppaftur, har hetta er gjørligt.

Tú fært vitjan av einum terapeuti, sum metir um tørvin, veitir vegleiðing, bjóðar venjingartilboð og syrgir fyri, at tú hevur tey hjálpartólini, ið tær tørvar.

Tilboðið er til at hjálpa tær at vera sum longst í tínum egna heimi og at luttaka í samfelagnum so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt.

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00.