Dagstovnurin Gjái

Dagstovnurin Gjái heldur til í Gøtugjógv og kann rúma 80 børnum. Tá er stovan Sóljan íroknað, sum heldur til í fyrrverandi Bank Nordik bygninginum. Á stovninum eru tríggjar vøggustovur og tvær barnagarðsstovur.

Umframt leiðaran starvast á stovninum 13 námsfrøðingar og 14 hjálparfólk knýtt at stovninum.

Umhvørvið kring stovnin er sera náttúruvinarligt, og er tí nógv virksemi uttandura tá veðrið loyvir tí. Til dømis kann nevnast strondin, viðarlundin, gjógvin, og grøni hagin, ið umringar lítlu bygdina við Gøtugjógv.

Stovnurin liggur í einum sera náttúruvinarligum umhvørvi, ið eisini er sera veðurgott. Har er gott at ganga túrar til Norðragøtu og Syðrugøtu, ella oman á sandin, í fjøruna, hagan, viðarlundina, gjónna og mangar aðrar náttúru perlir.

Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit dent á at virða skapanarverkið. Vit taka eisini íblástur frá tí italiensku filsofini Reggio Emila – at lurta eftir barninum og hugsa tað kreativt inn í  føroyska mentan. Vit hugsa, at Dagstovnurin Gjái er fyrsti lærustovnur, ið barnið kemur á, og at barnið fær eina vitan í tí námsfrøðiliga arbeiðinum.

Námsætlan bygd á 6 grundarsteinar

  1. Sosialur førleiki (juli/august)
  2. Kroppur og rørsla (september/oktober)
  3. Mentanarligir úttrykkshættir og virði (november/december)
  4. Mál (januar/februar)
  5. Náttúran og náttúrufyribrygdir (mars/apríl)
  6. Barnsins persónliga fjølbroytta menning (mai/juni)

Í hvørjum grundarsteini hava vit fleiri innlæruhættir so sum: lesa søgu, syngja, gera eitthvørt handaligt, spæla leik ella grovrørslu avbjóðingar.

Hvør grundarsteinur endar so við einum felagstiltaki fyri stovnin, sum stovurnar skiftast um at skipa fyri.

Ígjøgnum árið eru nøkur felagstiltøk, so sum verkstaðsviku, felags túrar og annað, hvar vit arbeiða tvørs av stovunum. Foreldrafundir verða hildnir eina ferðir árliga.

Grundhugsan

Á Gjáa hava vit ta grundhugsan, at dagstilboðið er eitt týdningarmikið vakstrarhús fyri persónligari menning – ein staður, har einstaka barnið kann droyma um og seta hol á lovandi møguleikar í framtíðini saman við øðrum børnum og vaksnum.

Nær er Gjái opin?

Stovnurin er opin frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 07.15 – 17:00.

Gjald fyri ansing

Gjaldið fyri barnaansing verður avgreitt sum sjálvvirkandi gjaldsavtala umvegis GjaldSkipanina. Samtykki um gjald fyri barnaansing er at fáa á stovnunum og í Býráðshúsinum í Norðragøtu.

Ansingargjald

Børn 0-3 ár
Full tíð: kr. 1.600,-    
Hálv tíð: kr. 800,-

Børn 3-7 ár
Full tíð: kr. 1.500,-
Hálv tíð: kr. 750,-

Skúlaspírin/Frítíðaransing (0. flokkur)
kr. 1.500,-

Frítíðaransing 1. og 2. flokkur
kr. 700,-

Juli mánaður er gjaldsfríur.

Um tygum/tit hava 3 ella fleiri børn í ansing, fáa tygum/tit systkinaavsláttur. T.v.s. at 2 børn gjalda fullan prís, meðan hini gjalda ½ prís. Systkinaavslátturin er ½ prísur av lægstu gjøldunum.

Samband

Dagstovnurin Gjái
Vaktarhúsvegur 1
FO-511 Gøtugjógv
Tlf. 73 00 50
gjai@eystur.fo

Leiðari
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen
Tlf. 73 00 50

Varaleiðari
Bjørg Rasmussardóttir
Tlf. 73 00 51

Stovurnar
á Helluni: 73 01 51
í Gjónni: 73 01 52
á Rókini: 73 01 53
á Látrinum: 73 00 55
Sóljan: 73 00 54

Foreldraráðið
foreldraradgjai@gmail.com

Search by