Báta- og Listasavnið
Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.
Í mai 2000 lat Báta- og Listaasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið, sera væl. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.
Á heysti 2012 avhendaðu hjúnini Jórun og Osmund Justinussen, Báta- og Listaasavnið til Sjálvsognarstovnin “Báta- og Listasavnið í Leirvík” og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu
12. februar 2018, á 100 ára føðingardegi listamálarans, lat upp forkunnug serframsýning við einum hópi av málningum eftir Jóannis Kristiansen. Hendan 100-ára framsýning hongur frammi alt summarið 2018, eins og fasta framsýningin við m.a. Sámal Toftanes og øðrum listafólkum úr Leirvík.
Kostnaður fyri at vitja savnið er 75 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri børn.
Bílegging av vitjanum ella rundvísingum kunnu gerast við umvegis: tlf. 730150
Teldupostur: batasavn@email.fo