Um Nánd

Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Í stýrinum hjá Nánd sita 3 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Eysturkommunu og 2 kommunalpolitikarar úr býráðnum hjá Fuglafjarðar kommunu. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.

Nánd veitir heildartænastu

Nánd veitir, sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu.

Navnið Nánd ímyndar hetta, at Nánd altíð er nær við borgaran, til reiðar at veita tænastu í skipaðum kørmum uttan at taka yvir lívið hjá fólkum.

Endamálið við heildartænastuni er:

  1. at fyribyrgja sjúku,
  2. at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans,
  3. at endurmenna mistan førleika,
  4. at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
  5. at veita røkt og umsorgan.

Hjálpin tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.

Stýrið fyri Nánd

  • Jóhan Christiansen, formaður
  • Sonni á Horni, næstformaður
  • Uni Rasmussen, stýrislimur
  • Hanna Jensen, stýrislimur
  • Ólavur Larsen, stýrslimur

Leiðari fyri Nánd

  • Kristina T. Larsen
Search by