Frítíð og Mentan
Her fært tú eitt yvirlit yvir, hvørjir møguleikar og tilboð, Eysturkommuna kann bjóða á frítíðar- og mentanarøkinum. Tað veri seg innan tónleik, sjónleik, ítrótt, trúarlív og fornminnir.
Her fæst eisini kunning um, hvussu og nær møguleiki er at vitja áhugaverd støð í kommununi, eins og upplýsingar um, hvussu søkjast kann um stuðul til frítíðarvirksemi.
Stuðulsreglugerð til mentanar- og frítíðarvirksemi
Eysturkommuna veitir á hvørjum ári stuðul til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna stuðlar sum heild bert borgarum, sum hava skrásettan bústað í kommununi, tó kann stuðul játtast, tá mett verður, at persónar/tiltøk umboða Eysturkommunu á serligan hátt.
Stuðulsøkini eru hesi:
- Rakstur og húsastuðul til feløg
- Skúlavitjanir, ferðir (bólkar og einstaklingar)
- Útgávuvirksemi
- Onnur mentanarlig tiltøk
Stuðulin hevur til endamáls at tryggja raksturin hjá stovnum og feløgum, og hartil stimbra til samstarv og sambond millum borgarar í Eysturkommunu og útheimin, og her er einamest talan um skúlaflokkar, ítróttarbólkar ella tónleikabólkar.
Tá ið tað snýr seg um útgávuvirksemi, snýr stuðulin seg í høvuðsheitum um keyp av ávísari nøgd av bóka- og fløguútgávum. Í serligum føri kann Eysturkommuna stuðla útgávuvirksemi frá byrjan.
Er talan um onnur mentanarlig tiltøk, tekur mentanarnevndin, í hvørjum einstøkum føri, støðu til, um kommunan gongur umsóknini á møti.
Avgerð um stuðul
Mentanarnevndin avger, hvør fær stuðul. Um talan er um stuðul, sum er hægri enn 25.000 kr., skal málið leggjast fyri býráðið til støðutakan.
Er talan um stuðul, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann mentanarnevndin leggja málið fyri býráðið.
Umsóknarfreistir
Fyri at reglugerðin um stuðul til frítíðarvirksemi skal vera rúmligari og neyvari, verða tvær umsóknarfreistir á hvørjum ári – 1. februar og 1. september.
Mannagongd fyri umsøkjarar
Umsøkjarar skulu brúka oyðiblaðið “Umsókn um stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi”, ið finst her.
Oyðiblaðið skal sendast til studul@eystur.fo. Umsóknin verður síðan løgd fyri mentanarnevndina til støðutakan.
Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 4 vikur eftir umsóknarfreistin er farin.