Grundstykkir

Á býráðsfundi 30. januar 2020 samtykti býráðið at avtaka bíðilistan til grundstykkir. Ístaðin verða tøk grundstykkir nú lýst til sølu her á síðuni. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir, hvørji grundstykkir eru tøk í Eysturkommunu í løtuni.

Mannagongd

Listin verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00. Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis her á síðuni. 

Síðan kanst tú velja eitt grundstykki og senda umsókn um at keypa tað. Legg til merkis, at tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa. Hetta skal gerast umvegis frymil inni á tí einstaka grundstykkinum her á síðuni.

Tá fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um tað grundstykkið. 

Grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at fyrispurningur um grundstykki er sendur til kommununa. Verður hetta ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið lýst leyst aftur næstu ferð, tá listin verður dagførdur.

Innan 1 ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, og sethús skulu vera innilokað á stykkinum innan 2 ár, frá tí, at skeytið er undirskrivað.

Kostnaður

Kostnaður fyri grundstykkir er 150 kr/m2. Undantikið eru grundstykkir undir Gøtueiði, ið kosta 25.000 kr.

Dagføring av grundstykkjalistanum er sjálvvirkandi og fer fram kl. 12:00 fyrsta gerandisdag í hvørjum mánaði. Er eingin dagføring eftir ásettu klokkutíðina, merkir hetta, at eingin broyting er.

Grundstykkir, ið koma út 03.apríl 2023 kl. 12:00:

Næsta dagføring: 03.apríl 2023 kl. 12:00

Við GøtugjógvPlanerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Undir GøtueiðiPlanerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
SyðrugøtaPlanerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
NorðragøtaPlanerað
matr. 86ae – Myllágøta 7Nei Stødd: 587 m 2 Prísur: 88.050,-
matr. 86ah – Myllágøta 13Nei Stødd: 479 m 2 Prísur: 71.850 kr.
matr.86ac – Myllágøta 3Nei Stødd: 407 m 2 Prísur: 61.050 kr.
matr.86af – Myllágøta 9Nei Stødd: 581 m 2 Prísur: 87.150,-
matr.86ag – Myllágøta 11Nei Stødd: 567 m 2 Prísur: 85.050,-
matr.86ak – Myllágøta 17Nei Stødd: 482 m 2 Prísur: 72.300,-
matr.86am – Myllágøta 2 (Umbiðið tann 16. jan. 2023)Nei Stødd: 503 m 2 Prísur: 75.450,-
matr.86an – Myllágøta 4Nei Stødd: 490 m 2 Prísur: 73.500,-
matr.86as – Í Pálsliða 1Nei Stødd: 512 m 2 Prísur: 76.800 kr.
LeirvíkPlanerað
matr.339f – Áargeil 4Nei Stødd: 507 m 2 Prísur: 76.050,-
matr.339z – Fløtugerði 10 (Umbiðið tann 11. jan. 2023)Nei Stødd: 409 m 2 Prísur: 61.350,-
Search by