Mentanarpolitikkur og stuðulsreglugerð

Stuðulsreglugerð til mentanar- og frítíðarvirksemi 

Eysturkommuna veitir á hvørjum ári stuðul til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna stuðlar sum heild bert borgarum og feløgum, sum hava skrásettan bústað í kommununi, tó kann stuðul játtast, tá mett verður, at persónar/tiltøk/feløg umboða Eysturkommunu á serligan hátt.

Stuðulsøkini eru hesi:

  1. Rakstur og húsastuðul til feløg
  2. Skúlavitjanir, ferðir (bólkar og einstaklingar)
  3. Útgávuvirksemi
  4. Onnur mentanarlig tiltøk, verkætlanir og tílíkt

Stuðulin hevur til endamáls at tryggja raksturin hjá stovnum og feløgum, og hartil stimbra til samstarv og sambond millum borgarar í Eysturkommunu og útheimin, og her er einamest talan um skúlaflokkar, ítróttarbólkar, tónleikabólkar og (onnur) listarlig átøk.

Tá ið tað snýr seg um útgávuvirksemi, kann stuðulin snúgva seg um keyp av ávísari nøgd av ymsum bóka-, miðla- og tónleikaútgávum, men Eysturkommuna kann eisini stuðla útgávuvirksemi frá byrjan.

Er talan um onnur mentanarlig tiltøk, tekur mentanarnevndin, í hvørjum einstøkum føri, støðu til, um kommunan gongur umsóknini á møti.

Avgerð um stuðul

Mentanarnevndin avger, hvør fær stuðul. Um talan er um stuðul, sum er hægri enn 30.000 kr., skal málið leggjast fyri býráðið til støðutakan.

Er talan um stuðul, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann mentanarnevndin leggja málið fyri býráðið.

Umsóknarfreistir

Fyri at reglugerðin um stuðul til frítíðarvirksemi skal vera rúmligari og neyvari, verða tvær umsóknarfreistir á hvørjum ári – 1. apríl og 1. september.

Mannagongd fyri umsøkjarar

Umsøkjarar skulu søkja umvegis Vangan ella brúka oyðiblaðið “Umsókn um stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi”, ið finst her.

Oyðiblaðið skal sendast til studul@eystur.fo. Umsóknin verður síðan løgd fyri mentanarnevndina til støðutakan.

Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 4 vikur eftir umsóknarfreistin er farin.

Search by