Verja av persónsupplýsingum

Eysturkommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Endamálið við kunningini er at tú sum borgari fært svar uppá spurningar viðvíkjandi dátutrygd í Eysturkommunu og viðvíkjandi tínum rættindum í mun til okkara viðgerð av persónupplýsingum.

Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið hjá kommununi,  um tú hevur spurningar um hvussu tínir persónupplýsingar verða viðgjørdir.  Tú kanst skriva til dpo@eystur.fo

Eysturkommuna er dátuábyrgdari

Eysturkommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til avgreiðsluna í Eysturkommunu.

Eysturkommuna
Oyran 2
512 Norðragøta
Føroyar
T-post: eystur@eystur.fo
Tel.: +298 73 00 00

Vit vegleiða og tryggja, at tú sum borgari fært fatur á rætta persóni og kanst fáa viðkomandi vegleiðing.

Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast »Persónsdáta«.

Tá tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost, tí teldupostur er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða.

Viðgerð av tínum persónupplýsingum

Hvat er endamálið og heimildin fyri tykkara viðgerð av mínum persónupplýsingum?

Eysturkommuna viðger persónupplýsingar um teg í samband við tær uppgávur, ið vit sum kommuna skulu loysa. Tað kann vera ein tænasta, sum tú hevur rætt til at fáa til dømis á heilsu- og umsorganarøkinum ella á øðrum økjum. Tað kann eisini vera, at vit hava eina rættarliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella vit hava gjørt eina avtalu við teg, sum inniber, at vit hava tørv á tínum upplýsingum.

Tað kunnu eisini verða serlig dømir har persónupplýsingar verða viðgjørdar, sum tað at telefonsamrøður til Brunaumsjónarmannin hjá Eysturkommunu verða bandaðar. Endamálið við hesum er at tryggja at upplýsingar í eini neyðstøðu verða rætt móttiknar og kunnu kannast eftirfylgjandi. Heimildin er: Verja av altumráðandi áhugamálum hjá skrásetta ella øðrum persóni. sbrt. §8, stk. 1, nr. 4 í dátuverndarlógini. Upptøkurnar verða sjálvvirkandi strikaðar eftir 24 mánaðir, um tær ikki av øðrum orsøkum skulu goymast.  

Grundarlagið undir heimildini er sostatt, at Eysturkommuna hevur eina rættarliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella at viðgerðin er partur av okkara myndugleikaútinnan. Tað kann eisini vera, at vit hava umbiðið og fingið eitt samtykki frá tær til viðgerð av tínum upplýsingum.

Hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, veldst um hvat endamálið er við tí myndugleikauppgávu, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt títt mál.

Tað er sostatt § 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 11, stk. 2, nr. 1, 2 ella 7, í Dátuverndarlógini, sum er lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar upplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innanfyri rammurnar av § 7, stk. 3, í Dátuverndarlógini.

Dátuverndarlógina finnur tú her: Dátuverndarlógin (logir.fo)

Hvar innsavna tit persónupplýsingar um meg?

Vit innsavna tínar persónupplýsingar á ymiskan hátt.

Í nógvum førum er neyðugt hjá Eysturkommunu at innheinta upplýsingar um teg, til dømis um vit skulu viðgera eitt mál. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella úr felagsskráum hjá til dømis TAKS ella fólkayvirlitinum. Í øðrum førum biðja vit um upplýsingar, tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi loysn.

Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tú kanst til dømis vera sonevnt »eykafólk« í einum máli, um tú ert avvarðandi at tí persóni, málið snýr seg um, ella tú kanst vera partur í einum máli, sum onkur annar hevur lagt fyri kommununa.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.

Hvør móttekur mínar persónupplýsingar?

Í summum førum lata vit tínar persónupplýsingar víðari. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, aðrar kommunur, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.

Í summum førum mugu vit, sambært fyrisitingarlógini ella lóg um alment innlit, víðarilata upplýsingar um teg.

Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

Eysturkommuna brúkar Facebook

Eysturkommuna hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.

Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Eysturkommunu.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.  

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook. 

Eysturkommuna hevur ein YouTube brúkara. 

Eysturkommuna hevur ein YouTube brúkara, sum fyri tað mesta verður brúktur til at stroyma frágreiðing av býráðsfundunum hjá Eysturkommunu, men verður eisini brúktur at stroyma onnur tiltøk. 

Eisini her skalt tú vera vitandi um, at YouTube (Google) savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar YouTube síðuna hjá Eysturkommunu.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at YouTube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.  

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Youtube (Google)

Leinki

Á heimasíðuni hjá føroyska dátueftirlitinum finnur tú fleiri upplýsingar um dátutrygd og verju av persónsupplýsingum.  Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Les meira um tíni rættindi niðanfyri.

Tíni rættindi, tá vit viðgera tínar persónupplýsingar

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar kommunan hevur um teg.

Fyri at vit á besta hátt kunna viðgera tína umbøn, heita vit á teg, í sambandi við eina umbøn, um at greiða okkum frá, hvat øki í kommununi tú hevur havt samband við, til dømis heimahjálp, dagstovnur, skúli v.m. So er lættari hjá okkum at finna upplýsingarnar fram.

Rætturin til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki. 

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.  

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur kommununi rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, so kunnu vit einans viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum.

Kann eg klaga?

Um tú ert ónøgd/ur við viðgerina av tínum persónupplýsingum, kanst tú klaga til Eysturkommunu og tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið við telduposti dpo@eystur.fo.  Harumframt hevur tú altíð møguleika at klaga beinleiðis til Dátueftirlitið

Tú finnur sambandsupplýsingarnar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. www.dat.fo

———–

Dagført 19. juni 2023

Search by