Tað kunnu vera nógv ivamál og fleiri spurningar um ymisk praktisk viðurskifti tá ein av tínum nærmastu doyr. Niðanfyri er ein vegleiðing til, hvussu tú skalt bera teg at tá ein av tínum nærmastu andast. Vegleiðingin er skriva til at lætta um hjá teimum avvarandi at fyriskipað tey ymisku viðurskiftini í samband við eitt andlát.
Mest umráðandi er at seta seg í samband við jarðarferðarmyndugleikan, sum er sóknarpresturin á staðnum.
Sóknarpresturin í prestagjaldinum, skal boðast frá so skjótt sum deyðaváttanin fyriliggur. Sóknarpresturin skal eisini boðast frá um tann deyði ikki var limur í fólkakirkjuni. Sóknarpresturin skal hava deyðaváttanina undan jarðarferðini.
Um tann deyði hevði bústað Undir Gøtueiði, Syðrugøtu, Gøtugjógv ella Norðragøtu, skal sóknarpresturin í Gøtu, boðast frá.
Um tann deyði hevði bústað í Leirvík skal sóknarpresturin í Leirvík boðast frá.
Upplýsingar um sóknarprestarnar síggjast við at trýsta á her!
Kommunuskrivstovan skal hava at vita navnið á tí deyða, umframt navn og telefonnummar hjá einum kontaktpersóni, um spurningar ella ivamál eru. Kommunan, saman við gravaranum á staðnum, fyrireika gravstaðin og grava grøvina. Í mest møguligan mun verður roynt at leggja gravstaðir hjá hjúnum tætt at hvørjum øðrum. Kommunuskrivstovan er at hitta á tlf. 73 00 00 gerandisdagar frá kl. 09-15, tó fríggjadag frá kl. 09-12.
Eysturkommuna hevur eina avtalu um koyring við líkvogni í samband við jarðarferðir. Hendan tænastan er ókeypis fyri borgarar í kommununi. Um ynski er at nýta hesa tænastu, kunnu tit venda tykkum beinleiðis til:
Kommunan, saman við gravaranum á staðnum, fyrireika gravstaðin og grava grøvina. Somuleiðis er tað gravarin, ið leggur útyvir grøvina aftur eftir at jarðarferðin er liðug.
Um blómur og kransar verður borið á gravstaðin áðrenn gravararnir eru lidnir, kunnu teir leggja blómurnar og kransarnar, og festa net útyvir gravstaðin, soleiðis at einki fýkur í vindinum. Blómur og kransar skulu takast av gravstaðnum aftur eftir ein tíð er fráligin. Hetta kunnu tey avvarðandi gera sjálvi ella kunnu tey spyrja um kommunan kann hjálpa við uppgávuni.
Í Eysturkommunu eru tríggjar fólkakirkjur og tvær brøðrasamkomur, har møguleiki er at hava kórseting og jarðarferð.
Sóknarpresturin skal boðast frá, um ynski er at brúka kirkjuna í Leirvík til kórseting ella jarðarferð. Kirkjan veitir urguleikara og sangarar. Gerhard Jónsson Mikkelsen er at hitta á tlf. 23 73 48.
Sóknarpresturin skal boðast frá, um ynski er at nýta kirkjuna til kórseting ella jarðarferð. Kirkjan veitir urguleikara og sangarar. Ovi Brim er at hitta á tlf. 44 71 71 ella 23 73 43.
Um ynski er at nýta eldru kirkjuna í Gøtu til kórseting ella jarðarferð, skal Sóknarpresturin somuleiðis boðast frá á tlf. 44 71 71 ella 23 73 43. Kirkjan veitir urguleikara og sangarar.
Um ynski er at nýta Filadelfia í Gøtu til eina jarðarferð, skal avvarðandi seta seg í samband við Tórheðin Jensen á tlf. 29 16 00. Filadelfia tekur sær av at útvega urguleikara/tónleikara og sangarar.
Um ynski er at nýta Hebron í Leirvík til eina jarðarferð, skal avvarðandi seta seg í samband við Hebron á tlf. 50 47 44. Hebron tekur sær av at útvega urguleikara/tónleikara og sangarar.
Avvarðandi hava ábyrgd av at sjálvi fáa kistu og líkverju til vega fyri egnan kostnað. Um tann deyði andaðist á einum sjúkrahúsi ella ellisheimi, taka tey sær av at gera líkið klárt at leggja í kistuna. Um tann deyði andaðist í heiminum hjálpir ein heimasjúkrarøtkarfrøðingur við at gera líkið klárt at leggja í kistuna.
Vanligt er at hava altarprýði til kirkjuna umframt kransar at seta fram í kór. Hetta skal bíleggjast frá einum blómuhandli.
Um tú ynskir at andlátið skal lesast upp í útvarpinum, kann tað gerast við at senda ein teldupost til Kringvarp Føroya. Meir kunning um hetta sæst við at trýsta her!
Eftir sjálva jarðarferðina, skulu blómur og kransar berast úr kirkjuni ella samkomuni og á gravstaðið. Hetta verður vanliga gjørt eftir ervið er liðugt og gravararnir eru lidnir við gravstaðin.
Um ynski er at hava sangblað til kórsetingina ella jarðarferðina, kann hetta gerast við at seta seg í samband við eina prent fyritøku. Í Eysturkommunu hava vit Estra í Syðrugøtu, tlf. 47 85 00.
Tey avvarandi hava ábyrgd av at útvega ein líkbil. Eysturkommuna hevur avtalu við niðanfyri standandi veitarar, og verður kostnaðurin av líkbilinum goldin av kommununi, um hesir veitarar verða brúktir.
Eysturkommuna rindar fyri gravarar og líkvognin.
Tey avvarðandi skulu gjalda øll onnur gjøld í samband við jarðarferðina, s.s. kistu, líkverju, blómur, sanghefti o.a.
Møguleiki er at fáa gravarahjálp frá Heilsutrygd til persónar, ið eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini – t.e. persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum í Landsfólkayvirlitinum. Gravarhjálpin verður veitt til útreiðslur til kistu og líkverju.