Sálarfrøðingurin í Lávusarhúsi

Maria Hanusson Joensen úr Leirvík eigur og rekur SálarRó, sum heldur til á loftinum í Lávusarhúsi í Leirvík. Hon er sálarfrøðingur og EMDR-terapeutur, og hevur arbeitt sjálvstøðugt síðan august 2015.

Maria hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Aberdeen (MA í sálarfrøði) og við eini Applied Psychology (MSc.) úr Salford University í Manchester. Harafturat hevur Maria tikið eina ískoytisútbúgving í EMDR traumaviðgerð, so akademiska viðføri hjá ungu leirvíkskvinnuni vigar nógv.

Áðrenn Maria fór undir at arbeiða sjálvstøðugt, starvaðist hon sum sálarfrøðingur í sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, umframt at hon hevur undirvíst í sálarfrøði í Miðnámi á Kambsdali eitt stutt tíðarskeið í 2015. Síðan valdi hon at opna sína egnu viðgerðarstovu, sum nú heldur til í Leirvík, tí hon sá ein tørv í Eysturoynni.

Viðgerðarhættir

Viðgerðar hættirnir, ið Maria nýtir, eru í størsta mun KAT (kognitiv atferðarterapi) og EMDR (Eye Movement Desensitization and Reprocessing).

KAT er effektivur viðgerðarháttur, tá talan er um sálarsjúkueyðkenni sum m.a. strongd, angist og tunglyndi. Hesin viðgerðarháttur er grundaður á hugtakið, at okkara tankar, atferð, kropsligu reaktiónir og kenslur eru samantvinnað og at hetta saman við neiligum tonkum og atferð kunnu læsa seg í eina ónda ringrás. Við at stuðla klientinum í at gerast meira tilvitaður um síni tankamynstur, atferð, kropsligu reaktiónir og kenslur, kann viðgerðin hjálpa viðkomandi at finna orsøkina handan sálarligu trupulleikarnar og soleiðis bróta óndu ringrásina.

EMDR er ein viðgerðarháttur, ið kann minka um ódámligar kenslur, sum, hóast tær stava frá traumatiskum upplivingum fyrr í lívinum, órógva gerandisdagin. Endamálið við EMDR er tískil at gera fólk før fyri at skilja millum tað, sum farið er, og tað, sum er nú, ella við øðrum orðum at gera fortíð til fortíð og at nútíðin verður nútíð.

SálarRó kann soleiðis veita tænastur til fólk, sum dragast við t.d. tunglyndi, angist, strongd, PTSD, lágt sjálvsvirði, OCD, kreppuhjálp ella hjálp í mun til stórar lívsbroytingar, eins og supervisjón til fakbólkar.

Search by