Reklamuprent – framleiðsluverkstaður í Norðragøtu

Við rundkoyringina í Norðragøtu liggur fyritøkan Sp/f Reklamuprent. Fyritøkan er ein framleiðsluverkstaður, sum hevur eitt breitt úrval av vørum til lýsingarvirksemi.

Fyritøkan fæst mest við sokallað folio arbeiði. Hetta er folio til skeltir, dekoratión til bilar og handilsvindeygu. Harafturat fæst fyritøkan nógv við klædnaprent og vegskeltir. Og nú tað stundar til kommunuvalið, ger fyritøkan valplakatir til valevni og flokkar.

Til virksemið hjá Sp/f Reklamuprent krevst nógv og góð útgerð, og her smæðist fyritøkan ikki burtur. Tá tað kemur til prenting í stór formatum, so hevur Reklamuprent ein printara, sum er 1,60 m breiður. Hesin printarin hevur longu printað uml. 800 metrar í ár. Ynskir kundin størri støddir, so hevur fyritøkan undirveitara úr Póllandi, ið kann gera uppaftur størri prentingar.

Almennir stovnar, privatar fyritøkur og ítróttarfeløg brúka ofta klædnaprent frá Sp/F Reklamuprent, og hetta er ikki uttan orsøk. Innan fyri klædnaprent hevur fyritøkan bestu góðskuna, sum finst á føroyska marknaðinum, tí klæðini verða prentað við serigrafi (máling).

Tá tað kemur til skeltir, so er bæði talan um skeltir til bygningar og vegskeltir. Her er Sp/F Reklamuprent tann einasta fyritøkan á føroyska marknaðinum, sum framleiðir góðkend vegskeltir, og harumframt hevur fyritøkan mestu útgerð at framleiða skeltir við.

Search by