Kommunuvalið verður týsdagin 10. november 2020, og valt verður soleiðis:
Atkvøðutíðin verður: Kl. 10 00 – 20 00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
> Les eisini: Vallistarnir til kommunuvalið 2020
Veljarar í Eysturkommunu, sum sambært vallógini lúka treytinar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøla á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 9. november 2020
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá til kommunuskrivstovuna tlf. 73 00 00, – innan kl. 12 mánadagin tann 9. nov. 2020.
Valkort verða send út við postinum og skulu nýtast.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinarligast biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Valnevndin fyri Eysturkommunu
Erik Lervig, form.
Gøta 28. okt. 2020