Ikki øll bygging krevur byggiloyvi. Bygging uttan byggiloyvi krevur kortini, at ávísar treytir eru loknar. Her fært tú eitt yvirlit yvir smærri bygningar, sum ikki krevja byggiloyvi og yvir tær treytir, ið tú mást lúka.
Áðrenn tú byggir, skalt tú kunna teg um ásetingarnar í almennu og serstøku byggisamtyktunum.
Tinglýstar byrður og ásetingar kunnu vera galdandi á tínari grund, og hesar kunnu seta mørk fyri tína bygging og tínar møguleikar.
Tú kanst fáa yvirlit yvir byrður, ognarviðurskifti, veð og annað á tínum matrikkli við at leita í ella rita inn í tinglýsingarskipanina hjá Umhvørvisstovuni. Her kanst tú til dømis biðja um eina tingbókaváttan. Í summum førum krevst, at tú ritar inn við Samleikanum.
Á síðuni hjá tinglýsingarskipanini finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í skipanina. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing« sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.
Kunna teg um Bygningskunngerðina. Føroyska bygningskunngerðin ásetur, at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri byggiverkætlanir, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi. Treytin er kortini, at tú annars heldur ásetingarnar í Bygningskunngerðini.
Sum byggiharri hevur tú ábyrgdina av at halda allar ásetingar. Ivast tú, kanst tú venda tær til Eysturkommunu við at ringja á tel. 73 00 00 ella senda ein teldupost til eystur@eystur.fo
Ætlar tú at byggja úthús, vakstrarhús, hjall ella líknandi, kanst tú gera hetta uttan byggiloyvi. Treytin er, at bygningurin er minni enn tíggju fermetrar til støddar, og at bygningurin ikki er upphitaður.
Harafturat skalt tú lúka hesi krøvini:
Í mesta lagi tveir tílíkir bygningar kunnu vera á matrikklinum
Frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikkli skal í minsta lagi vera 2,5 metrar
Frástøðan til mark skal í minsta lagi vera ein metur
Hæddin á útveggjum ella tekju kann í mesta lagi vera 2,5 metrar yvir planeringshæddina
Tú kanst broyta innrættingina av húsunum uttan at søkja byggiloyvi frá byggimyndugleikanum. Hetta er kortini treytað av, at:
Vatn og kloakk ikki eru partur av broytingini
Tú heldur brunakrøvini (sí kap. 5 í Bygningskunngerðini)
Broytingin ikki ávirkar berandi byggingarnar
Tú kanst byggja altan uttan at søkja um byggiloyvi. Altanin skal kortini vera í minsta lagi 2,5 metrar frá marki og kann í mesta lagi fevna um fimm fermetrar.
Ætlar tú tær at skifta tekjuna ella klæðingina á tínum húsum, noyðist tú ikki at søkja um byggiloyvi. Kortini skalt tú syrgja fyri at lúka ásetingarnar um orkukarm í Bygningskunngerðini, kap. 7.4.
Tú kanst skifta hurðar og vindeygu uttan byggiloyvi, heldur tú orkupartin og kravið um bjargingarop í Bygningskunngerðini. Tú kanst kunna teg nærri í Bygningskunngerðini.
Bygningskunngerðin – um orku (landsverk.fo)
Tú kanst seta antennur og parabolar upp uttan byggiloyvi. Hesi mugu tó í mesta lagi vera ein metur í tvørmáti. Annars krevst byggiloyvi.
Tá tú skalt byggja garð, er ikki altíð neyðugt at søkja um byggiloyvi. Er garðurin í mesta lagi 1,5 metur, íroknað rimaverk, noyðist tú ikki at søkja um loyvi.
Gev gætur, at treytir fyri garðsskyldu kunnu standa í skeytinum.
Er einki tilskilað í skeytinum, er full garðskylda móti vegi og kommunalum lendi og felags garðskylda móti granna. Felags garðskylda merkir, at tú og grannin í felag skulu finna útav, hvussu garðurin skal vera tykkara millum; um hann til dømis skal vera træverk, betonggarður, stakitt ella planting.
Hevur tú fyri neyðini at grava í ogn hjá kommununi, til dømis í gongubreyt, skalt tú minnast til at boða kommununi frá frammanundan. Í mongum førum skalt tú senda okkum serstaka umsókn um graviloyvi fyri at grava í kommunalum øki.
Er talan um ídnaðarbygging, goymslupláss og tílíkt, kann byggivaldið krevja, at girðingin móti grannaognini verður sett nóg høgt. Hetta sambært Almennu byggisamtyktini fyri Eysturkommunu.
Almenna byggisamtyktin fyri Eysturkommunu
Vilt tú seta brenniovn upp, er tað ein treyt, at Sløkkiliðið skal sýna ovnin, áðrenn tú tekur hann í nýtslu. Tú skalt bíleggja sýn við at senda ein teldupost til gunnar@eystur.fo
Í Bygningskunngerðini, kap. 8.5.1, eru harafturat ásetingar um brenniútbúnað, sum tú skalt fylgja. Tær eru millum annað um opnar eldstaðir og roykrør.
Í Almennu byggisamtyktini fyri Eysturkommunu, kap. 1 §5 punkt 2
,,Bygging má ikki verða tikin niður, uttan so at loyvi er fingið frá byggivaldinum. Í umsókn um slíkt loyvi, skal verða skilað til umleið hvussu hædd og flatamál á byggingini eru. Undantøk frá hesi áseting er t.d. niðurtøka av úthúsum, skúrum og tílíkum smáum bygningum.”
Almenna byggisamtyktin fyri Eysturkommunu
Fyri at fáa heitan pott krevst einki loyvi. Tú skalt kortini taka atlit at grannunum viðvíkjandi innliti, royki og øðrum ampum, sum kunnu standast av hitapottum.
Tað krevur ikki loyvi at gera skjólgarð ella hátún, sum eru í mesta lagi 30 sentimetrar oman fyri lendið.