Kunngerð Uppskot til at broyta serstøku byggisamtyktina fyri neystaøki G2 í Syðrugøtu.

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi tann 16. desember 2021 uppskot, um at broyta  serstøku byggisamtyktina fyri G2 neystaøkið í Syðrugøtu.

Tilfar, sum lýsir broytingina í serstøku byggisamtyktini, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni www.eystur.fo frá 7. februar 2022 og til og við 3. mars 2022.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 23. mars 2022.   

Eysturkommuna

7. februar 2022

Search by