Tiltak: Ferðavinnudagur í Eysturkommunu

Byrjar

6. apr. 2017 kl. 14:00

Endar

6. apr. 2017 kl. 17:00

Stað

Bátasavnið í Leirvík

Lýsing

Hósdagin 6. apríl skipar Eysturkommuna fyri einum Ferðavinnudegi. Ætlanin við hesum degi er at samla øll ferðavinnuáhugaði í kommununi til ein dag, har ferðavinnan verður sett á breddan.

Theresa Turidardóttir Kreutzmann frá Visit Tórshavn og Nancy Justinussen frá Atlantic Airways koma at halda fyrilestrar um ávikavist innanlandsmenning og týdningin av at hava og brúka eitt netverk, tá man arbeiðir í ferðavinnuni. Harumframt kemur Maigun Solmunde B.A. í Ferðavinnu,  at tosa um ”Menning av ferðavinnuni í Eysturkommunu”.

Endaliga skráin fyri dagin er ikki løgd enn, men ætlanin er at byrja kl. 14.00 og enda kl. 17.00.

Eysturkommuna vil við hesum bjóða øllum, ið arbeiða innan ferðavinnuna, ella hava áhuga fyri hesi vinnuni, at vera vælkomin til Ferðavinnudagin 2017.

Hevur tú ein ferðaleiðara í búkinum, hug til at bjóða ferðafólki við á ein fiskitúr, heim til kaffi ella at ganga túrar í fjøllunum. So er dagurin eisini fyri teg.

Vilt tú vera við, kanst tú senda ein teldupost til marjuna@eystur.fo ella við at ringja á tlf.: 73 00 20 í seinasta lagi fríggjadagin 31. mars 2017.

Search by