Áhugin fyri at binda og seyma slóknar ikki

Kjallarin/sølubúðin í Tungu 14 í Syðrugøtu er á tremur við vøkrum klædnapløggum – alt bundið og seymað í sama húsi. Tað er ein eldhugað Hallbera Ólavsdóttir, sum brúkar stóran part av sínari frítíð at binda og seyma ullint klædnapløgg, sum hon selur undir vørumerkinum Hallbera.

Tað sæst, at Hallbera er nærløgd, og hoyrist, at hon er eldhugað. Vøkru klædnapløggini, sum prýða rúmið, tala fyri seg. Fleiri av mynstrunum eru íblást av føroysku náttúruni, millum annað vísir Hallbera á eina troyggju við íblástri úr fjallarókunum á Kunoynni.

Stóri áhugin kemur heldur ikki úr ongum. Hallbera er ”uppvaksin” á gamla Tøtingarvirkinum í Syðrugøtu, sum foreldrini Elin Maria (eisini nevnd Ellemia) og Ólavur Gregersen byrjaðu í 1961.

50.000 troyggjur til Týsklands

Familjan rak virksemi á Tøtingarvirkinum í nógv ár, og í sølubúðini í kjallaranum í Tungu 14 hongur fyrsta mynstrið, sum fór ígjøgnum maskinurnar á Tøtingarvirkinum. Tá virksemi í Tøtingarvirkinum var uppá tað mesta starvaðust 50 fólk har. Hetta var serliga fyrst í 80’unum, tá tey fingu eina bílegging á 50.000 troyggjur úr Týsklandi.

Hóast familjufyritøkan steðgaði, er áhugin hjá Hallberu fyri binding ikki slóknaður.

– Eg havi alla tíðina saknað hetta, sigur Hallbera, so fyri tveimum árum síðan fór eg í gongd aftur at binda.

Nú arbeiðir hon sum vaskifólk hjá Eysturkommunu, í frítíðini bindur og seymar hon pløggini. Sigast má, at nógv kemur av skafti. Í januar var sølubúðin tóm av pløggum – nú er longu fult aftur av troyggjum, turriklæðum o.ø.

Nógv virksemi

Hallbera hevur sølubás á Bindifestivalinum í Fuglafirði, Mentunarvikuni í Runavík, og er eftir avtalu til tiltøk runt í landinum við sølubásum. Ferðafólk og onnur koma eisini á vitjan í sølubúðina í Tungu 14, umframt at Hallbera skræddaraseymar, so føroysku klædnapløggini passa til hvønn einstakan kunda.

Sølubúðin er opin eftir avtalu allar dagar í vikuni.

Niðanfyri síggjast myndir av tí, sum Hallbera hevur bundið seinastu fáu mánaðirnar.

SaveSave

SaveSaveSaveSaveSaveSaveSaveSave

SaveSave

Search by