Verkætlanarfólk at standa fyri ungdómstilboði

Eysturkommuna raðfestir ungdómstilboð og trivnaðin hjá ungdóminum høgt. Tí verður við hesum lýst eftir verkætlanarfólki at standa fyri møguligum ungdómstilboði í kommununi.

Um starvið

Kommunan leitar eftir einum eldhugaðum verkætlanarfólki at kanna tørvin og  gera eina ætlan fyri, hvussu eitt møguligt ungdómstilboð kann mennast, og hvat tað skal innihalda. Hugsanin aftanfyri ætlanina er ikki at gerast ein kappingarneyti til øll hini ungdómstilboðini, sum eru í kommununi, men heldur at økja um møguleikarnar fyri, at ung  kunnu rúmast, trívast og mennast.

Vit síggja fyri okkum, at tann, ið settur verður, skal brenna fyri økinum, og soleiðis skapa tryggleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka, og at ung og børn sleppa at verða ein partur av eini tilgongd til eitt møguligt ungdómstilboð afturat í Eysturkommunu.

Førleikar og royndir

Tað verða ikki sett krøv til ávísa útbúgving fyri at fáa starvið. Hóast ymiskar útbúgvingar kunnu vera meira viðkomandi fyri starvið, verður dentur lagdur á tín hugburð, áhuga og ágrýtni. Umráðandi er, at tann, ið sett/ur verður, er skapandi, vælskipað/ur, sjálvstøðug/ur, íðin og álítandi.

Setanar – og lønarviðurskiftir

Talan er um tíðaravmarkað starv, galdandi frá 01.  apríl, ella skjótast tilber, til 30. september at rokna. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.

Lønin verður eftir avtalu, við støði í viðkomandi sáttmála.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ova Heinesen, trivnaðarleiðara á telefon 730012 ella umvegis teldupost ove@eystur.fo

Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mars 2024.

Search by